50 grundøki aftrat í fýra bygdum

Sørvágs kommuna hevur fleiri umsóknir um byggiloyvi liggjandi í øllum fýra bygdunum. Nú er ætlanin at fáa loyst hetta málið sum skjótast.

Sørvágur: Tað skal hereftir ikki standa á at útvega grundøkir til tey, sum vilja búgva og byggja í Sørvágs kommunnu.
Á bygdaráðsfundi fyrr í mánaðinum var eitt skriv frá borgarstjóranum, Jákup Suna Lauritsen til viðgerð, har greitt varð frá ætlanini um útvegan av fleiri grundøkjum í kommununi.
Talan er her um tær fýra bygdirnar Sørvág, Bø, Gásadal og Mykines, har fólk hava víst stóran áhuga fyri at byggja hús.
Jákup Suni Lauritsen upplýsir fyri Sosialinum, at í dag eru einar 30 umsóknir um byggiloyvi hjá kommununi.
Av hesum eru einar 20 umsóknir í Sørvági, einar fýra í Gásadali og í Bø, og eisini onkur um bygging í Mykinesi. Fleiri teirra eru kortini um bygging av summarhúsum.

50 øki íalt
Jákup Suni Lauritsen, borgarstjóri mælir til, at 30 grundøki verða útvegað aftrat í Sørvági í fyrsta lagi.
Eisini skulu útvegast umleið 10 grundøkir í Bø, og fimm økir í Gásadali og í Mykinesi.
Tekniska nevndin í bygdaráðnum mælti til, at farið verður undir at víðka byggiøkið í Hagagerði beinanvegin. Fyrsti partur verður at fara undir samráðingar við privatu eigararnar um keyp av lendi.
Á fundinum samtykti bygdaráðið at taka undir við tilmælinum frá teknisku nevnd.
Samtykt varð eisini at fara undir samráðingar við eigararnar av grundøkjum í Bø og síðani gera eina ætlan fyri økið.
Ein partur av hesi ætlanini er eisini tann sera viðkomandi spurningurin, um hvat slag av húsum loyvi skal gevast til í smærru bygdunum í kommununi, og ikki minst um, hvar tey skulu plaserast.
- Tað er stórur áhugi hjá fólki at byggja sær summarhús. Men her eru nógvir ógreiddir spurningar, og tí bíða vit við hesum málinum, til tekniska nevndin er liðug við sítt arbeiði, sigur Jákup Suni Lauritsen.