50. framsýningin í Ribarhús

Nú um dagarnar hava vit framsýning, sum er tann 50. í røðini og er henda framsýning við Heðini Kambsdal

framsýning

Fyrsta framsýning í Ribarhús var í juni 2001, og tá varð væntað, at hølið kom at standa tømt ein stóran part av árinum. Men, sum orðatakið sigur ?livst so spyrt?, tað hevur ongantíð staðið á at fingi útstillara, heldur hevur tað verið soleiðis, at álmanakkin hevur verið fyltur upp og bíðirøðin hevur verið long. So ikki kann sigast annað enn, at tørvur var á einum framsýningarhøli.
Hyggja vit afturá, so síggja vit at helvt um helvt vóru av kvinnur og menn, ið nýttu møguleikan at stilla út. 40% av teimum vóru undir 35 ár og av hesum vóru 75% kvinnur. Áhugaverd tøl.
Í hesum sambandi vilja vit steðga á við hesa framsýningina og bjóða øllum, ið hava áhuga, til eitt kvøld við tónleiki, røðum, skemti og einum kaffimunni. Luttøkað verður við Lena og Niclas og at røða koma Lena L. Mohr, blaðstjóri og Jústines Eidesgaard, rithøvundur, at røða ávikavist um ?List sum samskiftið? og ?Hvat er list?. Eisini kemur Heri Simonsen at viðgera listina frá tí skemtunarliga horninum.
Tiltakið verður í Ribarhús týskvøldið 1. febr. 05 kl.19.00.