50 fólk á skaðastovuna í hálkuni

Tað mesta snýr seg um brot á skøvningar ella brot á øklar, sigur Tummas í Garði, læknastjóri á Landssjúkrahúsinum.ø

 

Onkur hevur fingið ilt í ryggin, og onkur er lagdur inn við heilaskjálvta.

– So tað eru útvið 50 fleiri vitjanir á Skaðastovuna hesa vikuna, sum eru beinleiðis úrslit av hálkuni, segði Tummas í Garði í samrøðu við FM1 á middegi. 

– Tað hevur verið serstakliga nógv at gjørt á skaðastovuna hesa vikuna vegna hálkuna – og hesi út við 50 fólkini eru bara hálkuskaðar, sum annars koma umframt tey, sum annars koma á Skaðastovuna av øðrum orsøkum, sigur hann.

Tá hugsar hann um tey, sum annars koma á Skaðastovuni, tí tey til dømis detta heima og annars koma til skaða í arbeiði, og so allir ítróttarskaðarnir.

Tá so nógv fólk koma afturat tí vanliga arbeiðinum, so gongur tað út yvir bíðitíðina, segði Tummas í Garði við FM1.

– Og í onkrum førum noyðast vit at seta eyka fólk til arbeiðis, segði hann.

– Men starvsfólkini hava verið øgiliga røsk og hava stríðst fyri at fingið tað at gingið, sigur hann og leggur afturat, at sjálvandi hava ikki øll hesi 50 havt tørv á skurðviðgerð, hóast onkur teirra hava tað.

Nú tað er vorðið lýggjari, so fara hálkuskaðarnir helst at minka, men Tummas í Garði vísir á, at tað framvegis er hált onkustaðni, so fólk mugu ansa sær, áðrenn tað er tiðnað allastaðni.

Men tað eru eisini nógv fólk sum koma í bráðmóttøkuna, tí tey eru smitta við rs virus, covid ella influensu, so tað er nokk so nógv trýst á móttøkuna, sum støðan eru, segði Tummas í Garði, læknastjóri á Landssjúkrahúsinum við FM1 á middegi.