50 flóttafólk sjólátin

Eitt skip við flóttafólkum úr Somalia og Etiopia er sokkið´uti fyri strondini í Mosambik. Mosambisku myndugleikarnir siga, at skipið sakk nærhendis oynni Suhavo.

Sum skilst var skipið farið úr Somalia við 129 flóttafólkum, 89 úr Somalia og 40 úr Etiopia.

Løgreglan í Mosambik sigur, at skipavanlukkan hevur kravt 51 mannalív. Tey deyðu eru 50 somalisk flóttafólk og maðurin, sum førdi skipið. Hini eru flutt til eina flóttafólkastøð í býnum Nampula, sum er har norðuri í Mosambik, skrivar AFP.