50-falda dátu-minnið

Við nýggjari tøkni ber til at goyma upp til 1 terabyte á diski, ið er á stødd við eitt frímerki

Nú verður øllum at døma liðugt við snildfonum, ið hava eitt “neyðarsligt” goymslupláss upp á millum 8 og 64 GB. Nýggj tøkni ger tað nevnliga gjørligt at 50-falda goymsluplássið.

 

Talan er tøkni, har dátur verða goymdar sum broytingar í spenningi, og tí kann tættleikin millum ymsu dáturnar gerast nógv minni. Altso ein tøkni, sum kann trýsta fleiri dátumongdir inn á somu flatu.

 

Stóri trupulleikin við nýggju tøknini hevur verið, at framleiðslan var sera kostnaðarmikil, men á Rice University í Houston hava tey nú funnið ráð fyri hesum, soleiðis at framleiðslan kann gerast munandi bíligari, enn talan annars hevur verið um.

 

Meira kann lesast um nýbrotið innan dátagoymslur HER