Stadion tók 18.040 áskoðarar og smáir 18.000 teirra vóru franskmenn. Restin ? umleið 50 ? taldi føroyingar.
Tað munaði nevniliga øgiliga væl, at ein studentaskúlaflokkur úr Hoydølum var á námsferð á leiðini, og tískil eisini nýtti høvið at stuðla landsmonnum sínum.
Hóast hesir føroyingar ikki munaðu nógv á Stade de Roudourou, so hava fleiri leikarar nevnt, at teir løgdu merki til føroysku fjeppararnar. Tískil fóru fleiri av leikarunum eisini yvir til føroyska flokkin eftir dystin, og takkaðu teimum fyri stuðulin við at klappa út til teirra.