Eini 50 fólk vóru í Bovlinghøllini í Leirvík seinnapartin í gjár til árliga vinnudagin í Eysturkommunu. Fleiri áhugaverdir fyrilestrar vóru á skránni, og eisini var okkurt gott til matna.
Fyrrapartin í gjár varð bjóðað til søluskeið við Jens Poulsen úr donsku ráðgevarafyritøkuni, Navitas.
Í Eysturkommunu vita tey at siga, at skeiðið var meira enn fullteknað við 28 fólkum, ið lærdu um, hvussu tey kunnu fáa meira burtur úr sínum virksemi.
Árligi vinnudagurin í Eysturkommunu er eitt ókeypis tiltak, sum stórur áhugi er fyri, og luttakarar eru samdir um, at nógv kann fáast burtur úr einum slíkum degi.
Fleiri myndir frá vinnudegnum kunnu síggjast um heimasíðuna hjá Eysturkommunu - www.eysturkommuna.fo