50 fólk uppsøgd í Mjørkadali

Í dag fingu onki minni enn fimti fólk, sum dagliga starvast hjá Færøernes Kommando í Mjørkadali at vita, at tað framyvir ikki verður brúk fyri teimum har. Av 74 fólkum verða bara 24 fólk eftir


Í morgun klokkan átta fingu øll starvsfólkini hjá Færøernes Kommando handaðan ein brævbjálva. Í brævbjálvanum var eitt ark, har tey kundu lesa, at tey annaðhvørt vóru uppsøgd ella sleppa at halda á fram í arbeiðinum í Mjørkadali.
Dagliga starvast 74 fólk har, men í dag fingu 50 teirra at vita, at tað framyvir ikki verður brúk fyri teimum í Mjørkadali.
Ein minking í uppgávunum er beinleiðis orsøkin til, at Færøernes Kommando í dag má biðja so nógvum starvsfólkum farvæl. Tað merkir tó ikki, at tey frá í morgin eru arbeiðsleys, tí tað verður ikki fyrr enn 1. juli næsta ár, at øll tey uppsøgdu starvsfólkini endaliga mugu siga farvæl.
Í løtuni verður so arbeitt við, at flyta hesar til aðrar uppgávur hjá donsku verjuni, samstundis sum virksemið verður lagt um soleiðis, at tey 24 sum eftir eru megna uppgávuna.
Størsta broytingin hjá Færøernes Kommando verður, at um ársskiftið verður radarin á Sornfelli niðurlagdur, og tað verður farið undir eina nýggja skipan við teimum 24, ið eftir eru. Tann skipanin byrjar 1. januar 2008.