50 fólk

Nýggja flakavirkið er so topp-modernað, at fiskurin fer ígjøgnum alla framleiðsluna uttan at mannahond nakrantíð nertir við hann.

Og tað ganga bara nakrar fáar minuttir frá tí, at fiskurin er pumpaður úr eini skipslast, til hann er hagreiddur og pakkaður sum hann skal og er komin í frystaríið.
Tað er eisini sjálvvirkandi, at hann fer í frystaran eftir einum tokvogni á skinnarum ígjøgnum virkið.
- Tey siga, at tað eru bara tveir tokskinnarar í Føroyum, teir einu eru í kolanámunum í Hvalba og er á virkinum, helt Arni Carlsen, projektleiðari, skemtiliga fyri.
Síðani tekur tað fýra tímar frysta hann.
Tilsvarandi virki brúkar 18 tímar at frysta framleiðsluna, so hetta skuldi givið væl betri fisk, sigur Bogi Jacobsen, stjóri á Varðin Pelagic á Tvøroyri.
Kortini verður brúk fyri umleið 50 starvsfólkum tilsamans og tá ið framleiðslan er komin í rættlag, verður arbeitt alt samdøgurið.
Men tey 50 starvsfólkini verða bara í minni mun ólærd arbeiðsfólk.
Nógv tey flestu verða teknikarar av ymsum slagi, sum skulu passa maskinurnar, eitt nú elektrikarar, maskinfólk og onnur við útbúgving.
Men nøkur ólærd fólk verða til at sortera í vissum førum, til at avskipa o.s.fr.