50 eiggilig sprund í miðbýnum

Tølandi kvinnukroppar úr dagbókunum hjá Rannvá Holm Mortensen prýða nú veggirnir á Hotel Tórshavn, sum herfyri keypti 50 myndir frá listakvinnuni

Tey høvdu úr at gera í farnu viku á Hotel Tórshavn í miðbýnum í Havn, tá ikki færri enn 50 meturhøgar myndir skuldu upp at hanga á øllum kømurnum og fundarhølunum á hotellinum.

Tað er listakvinnan Rannvá Holm Mortensen, sum hevur gjørt myndirnar, sum eru størraðar tekningar úr hennara ferðadagbókum, frá tveimum ferðum í India.

Rundleittir og eiggiligir kvinnukroppar eru gjøgnumgangandi tema á lívsjáttandi og fabulerandi myndunum, sum virka í nógvum ymsum løgum.

Á onkrum av myndunum síggjast eisini brot av notatum, listakvinnan hevur gjørt í dagbøkurnar.

- Hetta er júst tað, vit hava leitað eftir, sigur Sally Rasmussen, dagligur leiðari á hotellinum, sum er sera fegin um, at tað eydnaðist stjóranum Jóannes Jensen at finna og fáa fatur á myndunum.

- Umframt høga listarliga dygd, er tað okkurt óhátíðarligt og spontant við myndunum, ið hóskar framúr væl til avslappaða og modernaða dámin, sum vit leggja okkum eftir at skapa á hotellinum, sigur Sally Rasmussen.

Les grein í Vikuskifts Sosialinum