Tað hevur regnað av grimd alla vikuna í afghanska landspartinum Sari Pul við tí úrsliti, at fleiri áir eru farnar upp um áarbakkarnar. Guvernørurin í landspartinum sigur við tíðindastovurnar, at minst 50 fólk eru druknað, tey flestu kvinnur og børn, og at nógv fólk eru ikki komin afturíaftur.
-Meiri enn 260 bygdir standa undir vatni, og næstan 60.000 fólk hava mist hús og heim, sigur guvernørurin. Hann sigur, at løgreglan og bjargingarlið leita eftir teimum horvnu og hjálpa teimum heimleysu.
Afghanistan hevur júst havt tann kaldasta veturin í 15 ár, og afghanskir jarðfrøðingar ávara um, at tað er stórur vandi fyri varnflóð, nú kavin í fjøllunum bráðnar.