Tað var talan um játtanarsak, tá ein ungur maður týsdag seinnapart var fyri í rættinum, ákærdur fyri at royna at smugla hassj til Føroya í tveimum umførum.
Fyrru ferð var í juli 2010, tá hann hepnaðist at smugla 80 gramm av hassj við Norrönu. Hann var kallaður til viks av tollvaldinum, sum bað um at síggja í taskuna hjá honum. Tað fingu teir loyvi til, men teir bóðu hann ongantíð um at taka keppin av, og undir honum hevði hann goymt hesi 80 grammini av hassji.
Seinasta mikudag kom maðurin við flogfari úr Keypmannahavn, og uppi á sær - í skógnum og undirbuksunum - hevði maðurin goymt 299,5 gramm av hassji.
Hann greiddi í grundlógaravhoyring frá, at hann var farin av landinum 1. februar við morgunflogfarinum, og so hevði hann verið í Keypmanahavn nakrar dagar, har hann bara válaði runt í býnum.
Hann var fleiri ferðir úti á Christiania og prátaði har við fólk. Hann spurdi seg so fyri, hvat 300 gramm av hassj kostaðu og fekk prísir heilt frá 15.000 upp í 30.000 krónur.
Dagin áðrenn hann kom heim aftur til Føroya hevði hann tó fingið ein so góðan prís sum 6.000 krónur. Hann hevði bert 2.500 krónur uppi á sær, og slapp við at rinda tað, og skuldi so rinda restina, tá hassjið var selt.
Hann helt, at tað fór bara at taka honum ein tíma at sleppa av við hassjið, so tað var lættliga klárað.
Hann metti, at hann kundi selja hassjið fyri 250 krónur grammið, sum hevði merkt ein søluprís á 75.000 krónur.
Maðurin segði, at hann ætlaði bert at selja helmingin, hin helmingin ætlaði hann at brúka sjálvur.
Tá tær írestandi 3.500 krónurnar vórðu goldnar, hevði maðurin sitið eftir við einum vinningi á 34.000 krónur.
Ákæruvaldið kravdi mannin dømdan í fimm mánaðir, har av teir 60 dagarnir skuldu verða treytaleysir. Verjin metti, at 50 dagar var meira passandi.
Dómarin valdi at fylgja verjanum og døma mannin 50 dagar í fongsul. Hann hevur sitið 6 dagar avbyrgdur, og tað er ógreitt, um hesir dagarnir eru íroknaðir.
Hald varð lagt á tey 299,5 gramini av hassj og innballingina, og hartil skal tann dømdi rinda fyri sakarmálskostnaðin.
Maðurin valdi ikki bert at taka vikð dóminum, hann tók eisini í hondina á bæði dómara og ákæra og takkaði teimum fyri rættvísan dóm.