Ein ungur maður var í Føroya rætti í morgun dømdur 50 dagar treytaleysa fongsulsrevsing, fyri at hava smuglað umleið 240 gramm av hassji til Føroya við Norrønu.
Í rættinum greiddi maðurin frá, at hann hevði keypt sær hassji á Kristiania í Keypmannahavn. Pengarnar fyri hassji hevði hann sjálvur spart saman. Hann hevði síðani pakkað hassji í smáum nøgdum í lateks og svølgt tað.
Maðurin greiddi frá, at hann roykti sjálvur, so meginparturin av hassjinum skuldi vera til egið brúk. Hann ætlaði tó at selja nakað, fyri at vinna útreiðslurnar inn aftur.
Maðurin játtaði seg sekan og ákærin bað um at maðurin var dømdur beinanvegin. Ákærdi og verjin játtaðu umbønini frá ákæranum.
Ákærin kravdi at maðurin var dømdur 50 dagar treytaleysa fongsulsrevsing. Hon vísti á, at Landsrætturin hevði staðfest, at nøgdir 80 gramm eru at roknað sum ætlaðar til víðarisølu. Harumframt hevur Landsrætturin eisini staðfest, at smuggling av hassji til Føroya altíð viðførir treytaleysa fongsulsrevsing.
Verjin hevði onga viðmerking, við tað at revsingin er so staðfest í Landsrættinum.
Maðurin var tí dømdur 50 dagar treytaleysa fongsulsrevsing, umframt at hann má gjalda sakarmálskostnaðin. Løgreglan legði eisini hald á hassji.