50 børn venja sangleik í Nesvík

Tey venja fleiri ferðir um dagin við sínum egna orkestri

Mánadagin í hesari vikuni byrjaði ein summarlega í Nesvík.

Tað serliga við hesari leguni er, at øll tey 50 legubørnini venja ein sangleik og hann verður  framførdur fyri almenninginum í morgin, leygardagin.

 

Talan er um sangfleikin, Ferðin til ljóslandið, og hann er um eitt barnaheim og eina brongluta ferð til ljóslandið.

Leikurin byggir á hendigar í Bíbliuni, sum eru umskrivaðar til gerandishendingar, sum vit kenna tær í dag, siga tey av leguni í Nesvík.

 

Bæði børn og vaksin á leguni venja fleiri ferðir um dagin, og sangleikurin hevur sítt egna orkestur at spæla og tað er mannað av góðum og royndum tónleikarum ymsa staðni úr Føroyum.