Í morgin, mánadagin 1. desember, kemur út fløgan við barnasongum við Hermanni og Svenn
Á fløguni eru 50 fittir, erligir og ikki minst stuttligir barnasangir, har innihaldið er ymiskt: tvætlivísur, barnaspæl, árstíðin, djóralív, vinalag og familjulív, vøgguvísur og jólasangir. Serliga verður dentur lagdur á rím, sum ofta er tað berandi í songunum. Umframt teir báðar eru barnaraddir at hoyra, eittnú Ingun Simonsen.
Hermann og Svenn funnu upp á at lata børnini yrkja tekstir, og so gjørdu teir antin løg til teirra ella nýttu kend løg. Umframt hesar yrkjarar, so eru orð eftir: Oskar Hermannsson, Marius Johannesen, Simma og Óla Dahl.
Tekstir eru eisini við í fløguhúsanum til allar sangirnar.
Hermann og Svenn vóru nærlagdir á hvør sínum øki. Svenn var hin stilli, og Hermann var hin útvendi, sum dámdi at trína fram fyri einari mannfjøld. Svenn var gittarúrmælingurin, sum við sínum góða gittarspæli gav hvørjum sangi nakað eyka. Hermann var sangarin, sum gav tekstinum lív við sínum serliga framburði og góðu rødd. Samanrenningin av góðum, einføldum gittarspæli og sangi kemur fram í hesi útgávu av barnasongum.
Teir báðir eru farnir, men gittarin og røddin hugtaka.
Tað er Tórður Johannesarson, ið hevur tillagað og savnað tilfarið. Sára Finsdóttir hevur gjørt húsan og kringvarp Føroya gevur út.