Sangleikur við 50 børnum verður framførdur í Nesvík í kvøld, 26. juli kl 19.00
Hesa vikuna hava o.u. 50 børn úr øllum landinum vant ein sangleik við heitinum: Hvør er sannleikans Gud?. Leikgongdin fer fram í gamla Ísrael, tá Elia varð kallaður til profet. Dramatikkurin er stórur, tá Báal og Gud Ísrales skulu vísa, hvør er sterkari.
Børnini hava vant 12 sangir og nakað av leiki. Hartil fáa tey hjálp frá góðum tónleikarum.
Fyrireikararnir siga seg at vera væl nøgdar og vænta eina áhugaverda og spennandi framførslu.
Sýningin er almenn og ókeypis.