Í álitinum verður sagt, at tað snýr seg um, at skúlin skipar fyri eykatiltøkum, ið eru neyðug fyri at skapa øllum børnum lærulíkindi. Arbeiðsbólkurin metir, at slík tiltøk kunnu verða um 50 børnum at gagni.
Bólkurin peikar á fleiri ítøkilig átøk, harav tað týdningarmesta er at seta av tann pening, sum skal til. Tilmælini í álitinum eru hesi:
- at uppgávan og ábyrgdin fyri at veita skúlabørnum persónligan stuðul skal liggja hjá landsstýrismanninum í mentamálum,
- stýrt eigur at verða eftir meginregluni um sektorábyrgd,
- játtanin til sernámsfrøðiligt virksemi í fólkaskúlanum skal hækkast við 6,35 mió. kr.,
- Mentamálaráðið skal gera kunngerð um sernámsfrøði í fólkaskúlanum, ið útgreinar, at skúlin veitir persónligan stuðul til skúlabørn,
- kærunevnd, sum skal viðgerða kærur innan sernámsfrøðiliga virksemi í skúlum, skal setast á stovn,
- setanarviðurskiftini hjá stuðlum í fólkaskúlanum skulu betrast,
- samstarvsnevnd at samskipa tilboð til børn við serligum tørvi verður sett á stovn.