Tað er Kommunusamskipan Føroya sum hevur tikið stig til eitt skeið fyri nýggjar og royndar býráðspolitikkarar á Den Kommunale Højskole í Grenå.
Fyrrapartin í gjár varð tosað og tjakast um viðurskiftini í havnunum og teir møguleikar ein hevur fyri virksemi og inntøkum á hesum støðum. Annars hava evnini spent sera víða.
-Hetta hevur verið sera gagnligt fyri okkum øll. Serliga teir nývaldu býráðslimirnir hava havt gagn av hesi ferðini. Men vit sum hava sitið í býráðum í styttri ella longri tíðir, hava eisini fingið nógv burturúr, sigur Rodmundur Nielsen í telefon úr Grenå við Sosialin. Hann er bæði borgarstjóri í Runavík, og er samstundis formaður í Kommunusamskipanini.
Fyri fýra árum síðani varð henda sama vitjanin fyriskipað. Bæði tá og hesaferð er líkt til, at øll hava fingið nakað burturúr og at netverkið millum tær ymisku kommunurnar er styrkt.