50.000 krónur til avlamisbuss

Mikudagin 17. november fingu starvsfólkini á Bústovninum á Eirargarði handaðan ein kekk upp á 50.000 krónur frá Kiwanis Tórshavn.

Starvsfólkini á stovninum hava síðan 2001 savnað pening inn til ein buss til búfólkini á stovninum.

Leiðarin á Bústovninum, Bjørg Mohr, sigur at tey hava tørv á einum 9-persóna bussi við lyft, sum kostar 420.000 krónur, so gávan frá Kiwanis Tórshavn kemur væl við.

Tey hava skipað fyri ymiskum tiltøkum, t.d. høvdu tey ein marknaðardag í Sjónleikarhúsinum, foreldur og avvarandi hava havt eina søluframsýning við málningum, annars hava kommunur, stovnar, privatpersónar og fyritøkur stuðla væl.

Tilsamans høvdu tey savnað inn 240.000 krónur og við kekkinum frá Kiwanis Tórshavn, eru tey komin upp á 290.000 krónur.

Kiwanis felagsskapurin stuðlar teimum veiku í samfelagnum og serliga børnum. Tí var avgjørt at stuðla bústovninum við 50.000 krónum, verður sagt frá felagsskapinum Kiwanis Tórshavn.