Niger: Tað vóru ræðandi tíðindi og myndir, sum herfyri bórust um hungursneyðina í afrikanska landinum Niger.
Vit sóu svøltandi børn og ørkymlaðar mammur, sum stríddust fyri at geva børnum sínum ta dagligu máltíðina.
Sum myndirnar vístu, so var talan um veruliga hungursneyð, tí bæði børn og vaksin liðu nógv undir, at eingin matur er til øll hesi fólkini.
Føroyingar hava eisini víst góðan vilja til at hjálpa hesum fólkum, og hevur m.a. Reyði Krossur sett sær fyri at savna inn væl av peningi til hesa neyðhjálpina.
Fyri fáum døgum síðani varð talt upp, og tað vísti seg, at higartil eru savnaðar inn 10.100 kr. kring landið.
Fyrst í næsta mánaði er ætlanin at taka málið um neyðhjálpina upp aftur, og síðani senda enn meiri pening til Niger.
Óheppin gongd
Aðalskrivarin í danska Reyða Krossi, Jørgen Poulsen er júst afturkomin av ferð í hungursrakta Vesturafrika.
Og hann ávarar um gongdina í landinum:
- Í teimum økjunum í Niger har vit vitjaðu, eru fólk byrjað at selja av ognarlutum sínum og leita sær nú til býirnar fyri at finna føði.
- Tá fólk eru so mikið úthungrað, soleiðis sum vit sóu tað, so skilja vit at tey fara til býirnar. Men eru fólk fyrst farin frá djórum og akrum sínum, er tað sera trupult at hjálpa teimum aftur til lívið, sigur Jørgen Poulsen.
Altjóða Reyði Krossur hevur júst fingið í lag eina avtalu við ST um at býta út mat til 230.000 fólk aftrat í Niger.
Higartil hevur felagsskapurin mest vent sær til 23.000 av teimum mest hungraðu børnunum og foreldrum teirra.
Henda nýggja uppgávan vísir enn einaferð tann stóra tørvin á hjálp:
- Vit vænta at vit longu hava savnað inn eina millión. Men tørvur er á nógv størri stuðli, um vit skulu kunna hjálpa øllum, sigur hann.