50.000 deyð í arbeiðsvanlukkum

Í Kina eru meiri enn 50.000 fólk deyð í arbeiðsvanlukkum higartil í ár

Almenna kinesiska arbeiðseftirlitið kunngjørdi í gjár, at arbeiðsvanlukkur hava kravt meiri enn 50.000 mannalív higartil í ár. Lagt varð afturat, at tá eru teir, sum eru deyðir í námsvanlukkum, íroknaðir.
Sambært eftirlitinum hava arbeiðsvanlukkurnar verið meiri enn 500.000 í tali seinastu seks mánaðarnar, og vánaligt samskifti og vánalig umsiting fáa høvuðsskyldina.
Leiðarin í arbeiðseftirlitinum, Wang Xianzhieng, segði í gjár, at higartil hava fleiri almenn upplýsingarátøk ikki havt ta stóru ávirkanina á trygdina á arbeiðsplássunum. Sambært Wang stendur serliga illa til í námsvinnuni. Seinastu fýra vikurnar hava vanlukkur í námum kravt meiri enn 300 mannalív, og fleiri nám eru stongd, tí tað er ikki nóg trygt at arbeiða í teimum.
Tann seinasta námsvanlukkan var mánadagin, tá 44 arbeiðsmenn doyðu í einum námi. Sambært Wang høvdu myndugleikarnir stongt námið tveir dagar frammanundan, men kortini vóru menn til arbeiðis.