Tað var Regin Joensen, sum gjørdist hepni vinnarin av 50.000 krónum at ferðast fyri í lutaseðlakappingini hjá Dansifrøi.
Í sambandi við, at felagið tók nýggju dansihøllina í brúk, vórðu gjørdir 200 lutaseðlar, sum skuldu seljast fyri 1.000 krónur stykkið. 120 vórðu seldir og millum teir var so lutur drigin, og seðil nummar 78 vann. Og tann seðilin hevði Regin Joensen undir Gøtueiði keypt.
Í gjár varð so vinningurin – eitt gávukort á 50.000 krónur frá Fonn Flog – handaður Regini Joensen.
Hann hevur ikki gjørt av enn, hvar leiðin gongur fyri ferðapengarnar, men tað stendur greitt, at tann ferðin verður ikki gjørd í ár.
- Ferðin í ár er longu keypt og goldin, so hetta gávukortið verður ikki nýtt fyrr enn í næsta ár, sigur Regin Joensen, sum tískil hevur góða tíð at hugsa seg um og leita perfektu feriuna fram.