Føroyska U-19 landsliðið hjá monnum tapti 0-5 ímóti Spania, sum er millum tey bestu liðini í hesum árganginum. Støðan á hálvleikinum var 2-0. Dystarfrásøgnin á heimasíðuni hjá FSF fortelur, at øll tey sponsku málini fullu, aftaná verjuvillur hjá tí føroyska liðnum. Leikliga var føroyska liðið tó væl við í løtum, men ikki eydnaðist at hótta spanska málið stórvegis. Væl verður latið at stríðsviljanum, og vónirnar fyri betri úrslitum ímóti Sveis leygardagin, og Hvítarusslandi týsdagin eru ikki heilt sørar í føroyska hópinum.
Hesir byrjaðu inni:
1. Petur Magnussen
3. Vilhjormur Davidsen
4. Heri Nesá
5. Erling Jacobsen
6. Rógvi Holm (Liðskipari)
7. Erland Danielsen
8. Karl Løkin
9. Róaldur Jacobsen
10. Páll Klettskarð
11. Jóan Edmundsson
14. Jan Ellingsgaard