5 teir bestu leikararnir í Premier League

Mær dámar væl leikarar, sum arbeiða hart og stríðast allan dystin og geva alt, sigur einasti føroyskileikarin við fulltíðar yrkissáttmála í einum Premier League felagið, Ingi Højsted í Birmingham City.

 
 Premier League
 
Fyrrverandi B-36arin og Arsenal leikarin Ingi Højsted fór í vetur til enska Premier League felagið. Men av tí at enski transfermarknaðurin ikki lat upp fyrr enn 1. januar og orsakað av onkrum papírstrupulleikum, hevur 19 ára gamli føroyski leikarin enn ikki spælt nakran dyst fyri Birmingham City, hvørki á eykaliðnum ella nakra aðrastaðni.
 
Hann hevur fyribils sáttmála við Birmingham City til í summar, men vónar, áðrenn kappingarárið er av at hava sannført venjaran Steve Bruce um, at hann er ein leikari við framtíð í felagnum. Í løtuni liggur Birmingham City næst niðast í bestu ensku fótbóltsdeildini. Hetta hóast liðið hevur nógvar navnframar leikarar og hevur brúkt nógvan pening til at styrkja sær liðið seinastu tvey kappingarárini.
 
Fimm teir bestu
Sum einasta føroying í Premier League hava vit spurt Inga um hvørjar fimm leikarar hann metur vera teir bestu í Premier League.
Ingi er kendur fyri at vera ein sera arbeiðssamur leikari, ið alla tíðina rennur og gevur alt. Hetta eru eisini eginleikar, ið hann metur høgt hjá leikarum. Hann sigur: Mær dámar væl leikarar, sum arbeiða hart og stríðast allan dystin og geva alt, hetta sæðst eisini aftur á teimum leikarunum, ið hann hevur valt.
 
1. Steven Gerrard, Liverpool
Miðvallarin og liðskiparin hjá Liverpool Steven Gerrard er ein øgilig maskina, sum allatíðina arbeiðir. Hann rennir nógv og er øgiliga skjótur frameftir. Hann ger nógvar kjansir, og so skorar hann eisini. Harafturat dugir hann væl defensivt. Hann er ein sovorðin leikari, sum er ordiliga strævin at spæla ímóti. Hann hevur eisini hesar longu diagonalu avleveringar. Hann er stutt sagt, klassi!
 
 
2. Wayne Rooney, Manchester United
Manchester United framherjin Wayne Rooney er eisini heilt fantastiskur. Hann hevur eina øgiliga styrki. Hann hevur ræðuliga góða balansu Hann hevur eitt øgiliga lágt balansupunkt, sum ger, at hann er so øgiliga mobilur. Hann flytur seg skjótari enn allir hinir, og hetta skapar rúm soleiðis, at hann sleppur framvið.
Hansara fyrsta berøring er eisini fantastisk. Tá hann fær bóltin setur hann altíð upp til skot. Harafturat hevur hann eitt gott skot, og hetta gevur mál.
 
 
3. Frank Lampard, Chelsea
Frank Lampard varð valdur næst besti leikari í heiminum. Eg sá hann fyrstu ferð í 2001, tá var hann longu ein góður leikari. Men hann er mentur ótrúliga nógv. Hann er tað slagið av leikara, sum man einki fær frá. Hann er ótrúliga sterkur og missur ikki bóltin. Hann er øgiliga sverur at koma farmvið. Orsøkin til, at eg haldi Gerrard vera betur er, at Gerrard er skjótari frameftir. Hann sleppur oftari framvið leikarum. Men akkurát sum Gerrard og Rooney, so hevur Lampard eitt øgiliga gott skot.
 
4. Thierry Henry, Arsenal
Arsenal framherjin og liðskiparin Thierry Henry er eisini klassi. Hann hevur ikki havt eitt so gott ár í ár. Harafturat er hann ikki tað slagið av spælara, sum mær dámar. Hann er nokkso arrogantur og tímir ikki so væl at arbeiða fyri tí. Hann skeldar viðspælarar, tá tað ikki gongur væl og hongur eitt sindur við høvdinum. Men hóast alt hetta, so slepst ikki undan honum. Hann er so ekstremt skjótur og er tí ein spælari, sum eg ikki hevði vilja spælt ímóti. Hann hevur eisini eitt ótrúliga gott skot, so hann er altíð farligur. Men hann hevur onkrar manglar, t.d. dugir hann ikki at skalla.
 
 
5. John Terry, Chelsea
Chelsea verjuleikarin og liðskiparin John Terry er eisini ein klassaspælari. Hann er einasti fasti maður í ensku miðverjuni. Tað sigur ikki so lítið, at Sol Campbell og Rio Ferdinand noyðast at kappast um hitt plássið í miðverjuni. Terry er ein klókur spælari og stendur altíð rætt og flytur seg rætt. Hann er ikki so øgiliga skjótur, er eitt sindur seinur at venda, men tí, at hann stendur rætt, er tað næstan eingin sum sleppur framvið honum, tí honum tørvar ikki at venda.
Hann er ræðuliga sterkur, og øgiliga ringur at spæla ímóti. Hann er eisini øgiliga ofta frammi, skallar væl og skorar mál.