5 Smábarnabøkur

Fýra sniðskornar kaninbøkur við klaffum eftir Atsuko Morozumi

Hetta eru allar fittar klaffabøkur við evnum, sum tey smáu kenna aftur. Á hvørjari opnu er mynd av t.d. onkrum amboði vinstrumegin, og myndin høgrumegin vísir so, hvussu nú nýtir amboðið. Myndin høgrumegin er so prentað á ein klaffa, og tá ið tú letur hann upp, fær henda lítla søgan oftast eina óvæntaða ella stuttliga vend.

Allar bøkurnar eru prentaðar á haldgott papp, so tær tola at handfarast av teimum smáu. Hestprent hevur staðfyri prentgerðini, og sniðskornu kaninklaffabøkurnar kosta kr. 28 hvør í bókhandlunum.