5 ára gamla Lea

Foreldrini eru ákærd fyri tilætlað morð og kunnu fáa lívlanga fongsulsrevsing

Í novembur í fjør fekk ein lækni í týska býnum Schwerin boð um at koma at hyggja at eini smágentu. Hann gjørdi alt fyri eitt av at koyra gentuna á sjúkra­hús, men hóast læknarnir har royndu, var einki at gera. Gentan doyði.

Tann 5 ára gamla Lea-Sophie skuldi av røttum viga umleið 40 pund, men tá hon kom á sjúkrahúsið, vigaði hon bara 15 pund. Lea-Sophie doyði heilt einfalt í hungri og tosta.

Kanningar hjá løgregluni avdúkaðu, at foreldrini høvdu misrøkt gentuna í fleiri mánaðir, og nú eru tey ákærd fyri tilætlað morð og kunnu fáa lívlanga fongsuls­revsing. Tey hava greitt løgregluni frá, at tey hildu ikki, at gentan var so sjúk, sum hon var. Tey eiga eisini ein tveir mánaðir gamlan son, og honum hava myn­dug­leikarnir tikið sær av.

Málið um Lea-Sophie hevur skakað Týskland, og kanslarin, Angela Merkel, sigur, at hon er skelkað av, at tílíkt yvirhøvur kann henda í einum væl­ferðar­samfelagi sum tí týska.