5-mannafar fekk motorsteðg


 

Hóskvøldið klokkan 23.10 fekk MRCC-støðin í Havn fráboðan frá løgregluni á Sandoy um, at eitt 5-mannafar við einum persóni umborð var horvið. Umborð var ein 78-ára gamal maður, sum var farin eftir nátum eystanfyri Skálhøvda hósdagin seinnapart.

Maðurin var ikki afturkomin, tá myrkrið legðist, og tí fór tyrlan hjá sjóverjuni at leita. Samstundis fóru Brimil og Tjaldrið eisini at leita.

Tað var tó Blikur, ið fyrst fekk eygað á 5-mannafarið 4 sjómíl eystanfyri Dalsnípuna. Hetta var klokkan eitt á nátt.

Motorurin á bátinum var steðgaður, og tá einki radiosamband var umborð, hevði maðurin ikki havt møguleika at senda neyðarkall. Síðani kom Brimil til bátin, sum varð tikin inn á Húsavík.