5-mannafør gentur: Blikur staðfesti FM

Genturnar umborð á 5-mannafarinum Bliki vunnu eisini ólavsøkuróðurin

Blikur staðfesti FM heitið 2019 hjá 5-mannaførum við gentum við at vinna ein tryggan sigur í ólavsøkuróðrinum.

Blikur legði seg beinan vegin fram um hinar bátarnar, og argjamanningin helt leiðsluna allan vegin á mál, tá ið slakar tvær bátslongdir vóru á muni til næsta bátin.

Kapping var um næstu plássini, og tað endaði við, at Firvaldur varð nummar 2 og Drekin nummar 3.

5-mannafør gentur – støðan FM 2019
1. Blikur 49 stig
2. Drekin 40 stig
3. Frúgvin 27 stig