5-mannafør dreingir: Øgiligur endaspurtur um FM

Royndin Fríða úr Vági hevði munin í hørðum FM-stríði

Tað var ein ordans finala millum 5-mannaførini við dreingjum á ólavsøku í dag. Royndin Fríða og Heykur stóðu á jøvnum við 35 stigum fyri seinasta róðurin.

Royndin Fríða leyp avstað beinanvegin, og Karin var í hølunum á teimum. Heykur misti eina bátslongd í startinum, men so líðandi róðu teir seg inn aftur í kappingina.

Tað endaði við einum øgiligum endaspurti millum Royndina Fríðu og Heyk um FM-heitið, og tá ið máldómarin lat skotini ganga av, var Royndin Fríða úr Vági ein lítlan stavn framman fyri Heyk og vann FM. Karin varð nummar 3.

5-mannafør dreingir – støðan FM 2019
1. Royndin Fríða 42 stig
2. Heykur 41 stig
3. Karin 32 stig