Í nýggja eitt ára sáttmálanum er túralongdin hjá teimum á langfaraveiðu stytt, og semja er um, at tað í ár skal farast undir at snikka heilt nýggjan sáttmála til Eitt samdøgur. Tað var tíðin, sum í síðsta umfari skuldi til, áðrenn semingsmenninir, Terji Sigurðsson og Símun Absalonsen, høvdu mýkt støðuna so mikið, at báðir partar millum klokkan 8 og 9 í kvøld skrivaðu undir sáttmála, sum er galdandi fram til 1. desember í ár.
Reiðararnir skulu rinda fimm krónur um dagin meiri í eftirlønargjaldi til fiskimenninar. Harvið verður pensiónsgjaldið hjá reiðarunum 35 krónur. Frammanundan hava fiskimenninir sjálvir rindað 22 krónur. Í framtíðini skulu teir rinda 35 krónur soleiðis, at pensiónsgjaldið verður 35+35 krónur um dagin.
Túralongdin hjá teimum á langfaraveiðu verður stytt úr trimum og niður í tveir og ein hálvan mánað. Tað hevur ongantíð staðið í sáttmálanum, hvør skal rinda fyri ferðingina, tá ið manning verður skift í útlendskari havn. Nú er staðfest í sáttmálanum, at tað skulu reiðararnir gera.
Í hesum árinum skal spurningurin um oljuna takast upp millum reiðararnar og øll feløgini, sum eru við til at manna skipini.
Avtala er eisini gjørd um, at FF og FR í ár skulu gjøgnumganga sáttmálan, sum er gamal og pjøssaður, fyri at modernisera hann.
- Tað var langt ímillum partarnar. Vit høvdu sett okkum fyri, at tað skuldi eydnast í hesum umfarinum Vit vistu, at um tað ikki eydnaðist, so fór talan at vera um langan arbeiðssteðg, og honum hevði samfelagið og allir partar tapt í, sigur Terji Sigurðsson, semingsmaður.
Sáttmálin er galdandi frá 1. desember 2007 og í eitt ár fram. Verkfallið, sum varð lýst 19. desember, er nú av.