Mánamorgunin fann tollvaldið 5 kilo av hassji í einum bili, sum kom í land av Norrønu. Rúsevnini vórðu fjald í eykahjólinum, ið hekk undir bilinum.
Hundurin hjá tollvaldinum lat tollararnar vita, at okkurt illgrunavert var í bilinum. Tí var hann tikin til nærri kanningar, og har varð hassj funnið.
Talan er um tveir danir, ið royndu at smugla. Ein kvinna, ið var 19 ára gomul, og ein maður, sum var síðst í 20-unum. Tey eru ókend í Føroyum og skuldu eftir øllum at døma bara lata onkrum føroyingi hassjið.
Tey bæði høvdu boðað frá, at tey skuldu vera í Føroyum í heilt stutta tíð. Tey eru handtikin og koma fyri rættin heilt skjótt.
5 kilo er ógvuliga nógv, sigur Kjartan Dam Joensen, ið er yvirtollari. Nøgdin hevur eitt virði uppá 625.000 krónur, um tað verður selt á gøtuni fyri 125 krónur fyri hvørt gramm.