5 gull til Magnus í Danmark

Magnus Jákupsson hevur vunnið 5 gullheiðursmerki í Danmarksmeistarakapping á stuttgeil.

Síðani hósdagin hava føroysku svimjararnir verið til kappingarstevnur í Danmark, bæði á Køge Open og DMK 2014.

 

Stórsti sigursharrin millum føroyingarnar var Magnus Jákupsson, sum hevur svomið seg til ikki færri enn fimm gullheiðursmerki á stuttgeil. Svimjing.com skrivar, at seinasta finalan var svomin í dag, har hann svam 100 metrateinin í firvaldi upp á 53.43, sum rakk til eitt fyrsta pláss.

 

Les eisini: 9 heiðursmerki í Danmark

 

Tað hevur annars gingist føroyingunum væl í Danmark, har tey hava vunnið 10 heiðursmerki í alt.