Tað eru fleiri ting, tú kanst umhugsa, um tú vilt hava bilin hjá tær so kláran sum møguligt til veturin.
Vit hava fingið fimm góð ráð um hetta frá teimum báðum Tóra Nattestad og Magnus Madsen, sum eiga og reka fyritøkuna Bilreins, ið vaskar bilar fyri fólk og fyritøkur um alt landið.
Ráðini eru hesi:
1: KANNA LUFTINA Í DEKKUNUM MINST EINA FERÐ UM MÁNAÐIN
##med2##
Tað er sera umráðandi at kanna lufttrýstið í dekkunum eina ferð um mánaðin, helst tá ið tað er kalt úti. Kalda luftin fyllir minni í dekkunum enn heitara luftin.
Dekkini arbeiða ikki optimalt, um tey ikki hava rætta trýstið, og tískil kann tað gerast vandamikið, helst tá ið tað er hálka.
2: KANNA BATTARÍIÐ Á BILINUM
##med3##
Battaríið ávirkast øgiliga nógv, tá ið tað er kalt úti, og tí er tað eitt gott hugskot at parkera bilin inni í garasjuni heldur enn uttanfyri.
Eisini er tað eitt gott hugskot at altíð hava startkáplar klárar í bilinum. Ikki bara fyri tína egnu skyld, men eisini um tú møtir einum, sum hevur tørv á hjálp.
3: LAKKFORSEGLA BILIN
##med4##
Skittur og salt á vegnum kann gera skaða á lakkið á bilinum. Hetta kann ein sleppa undan við at lakkforsegla bilin. Lakkforseglingin virkar sum ein verja fyri lakkið á bilinum. Eisini ger lakkforseglingin tað, at bilurin verður lættari at halda reinan ígjøgnum veturin.
4: HYGG EFTIR SPREKKUM Á RÚTUNUM
##med5##
Hevur tú sprekkur ella skøvur á rútunum, so er stórur kjansur fyri, at tær verða verri í køldum temperaturi. So um tú hevur sprekkur í rútinum, so er tað eitt gott hugskot at fáa hetta gjørt hjá einum mekanikara, áðrenn veturin verður kaldastur.
5: KANNA BREMSURNAR
##med6##
Bremsurnar eru undir nógv størri trýsti um veturin enn um summari. Tí viðmæla vit at kanna bremsuskipanina eina ella tvær ferðir, ímeðan veturin er. Saltið á vegnum kann gera, so at bremsuskivurnar rusta, og hereftir kann effektiviteturin lækka.
Bremsuveskan kann eisini hava ein leiklut í, hvussu væl bremsurnar virka. Um veturin kann bremsuveskan gerast skitin, og hetta kann eisini lækka effektivitetin á bremsunum, og tí er eisini umráðandi at hava reina bremsuvesku.