5 góð ráð um e-handil

Tá tú bíleggur eitthvørt á netinum, er umráðandi, at tú kannar fyritøkuna væl og virðiliga. Um ein fyritøka vil vera tikin í álvara, leggur hon sjálvsagt allar upplýsingar um seg sjálva út. Tað verið seg vøruúrvæl, keypstreytir og so framvegis. Er talan um eina føroyska fyritøku, upplýsir hon sjálvandi eisini, hvørji fólkini handan fyritøkuna eru.

- Kanna eftir um heimasíðin hevur lógarkravdar upplýsingar, so sum aftranarrætt, og hvussu til ber at koma í samband við fyritøkuna aftur.
- Rinda við gjaldskorti við at upplýsa kortnummar og lokadato, ella rinda við eftirkravi. Rinda ongantíð frammanundan, til dømis gjøgnum bankan, við kjekki ella líknandi.
- Kanna vøruna beinanvegin
- Um tú angrar, skalt tú halda teg til freistina og fáa kvittan fyri, at vøran er latin aftur
- Kanna kontoútskriftina frá bankanum

Tú kanst kanna meira um heimasíður og nethandlar á europeiska samstarvsstovninum Howard, sum kennir er at finna á www.forbrugereuropa.dk

Eisini kanskt tú hyggja eftir e-merkinum, sum prógvar, at heimasíðan er lóglig, og at hon lýkur ávís etisk krøv.

--