Saman Við Tær (1984)
Nýbrot og gjøgnumbrot í føroyskum tónleiki. Festligir veitslusangir, eymar kærleiksyrkingar og eisini samfelagskritikkur – millum annað sum ein goyggjandi brúnur hundur. Útgávan osar av framfýsni, spontaniteturin og tað góða lagið hoyrast aftur, og summir sangir vísa, at tað er stutt frá tanka til tónar. Klassikarar sum Hundurin Brúni, Minnist Tú Gildið og Lívsmynd verða framvegis tráspældir til veitslur og á konsertum hjá Frændum, meðan ein sangur sum Kuffert kann sendast aftur til tíðina og tíðarandan.
5 stjørnur
Frændur 2 (1986)
Hendan útgávan er alt, sum Frændur stendur fyri. Tvey av størstu hittunum í føroyskari poppsøgu, Føroyar og Eros, eru á hesari plátuni, sum eisini gav eymar sangir sum Hvítar Flykrur og Ljós, protestsangir sum Á Um Vit og Friðarsangur og fantastiska rocksangin Zelot. Tað kann verða, at sangurin kundi verið meira poleraður í støðum, men dygdin í løgum og yrkingum, sannførandi úttrykkið og sjarman bera útgávuna. Eitt tíðarskjal uttan sín líka.
6 stjørnur
80’ini (1988)
Tónleikatekniskt er hetta sterkasta útgávan hjá Frændum. Framvegis bjóðar bólkurin sannførandi sangir, uppreistraranda og søtan kærleika, men ljóðið er øðrvísi, nú bólkurin er farin til Danmarkar at taka upp hjá føroska framleiðaranum Óla Poulsen. Tónleikurin svingar væl, røddirnar sita, sum tær skulu, og sangir sum 80’ini, Millum Mussarnar og Dupultsong bera útgávuna, sum var fyrsta føroyska fløgan. Meira rockkendir sangir sum Protest og Satyagraha geva fløguni breidd saman við fólksliga sanginum Summarmynd.
6 stjørnur
Mítt Land (1992)
Fjórða útgávan hjá bólkinum innan 8 ár stendur ikki eins sterk í myndini, sum tær undanfarnu, men framvegis er talan um eina góða útgávu, sum staðfestir Frændur sum nakað serligt í føroyskum tónleiki. Bólkurin leitar nú aftur til eitt meira akustiskt ljóð, og tað eydnast væl á onkrum skeringum. Í løtum mangla tónleikur og sangir flog og sjarmu sum á undanfarnu útgávunum, men sangir sum Mítt Land, Caissa, Kvøldardøggin og Gerandislag standa seg væl og leggja nakað afturat Frændum sum bólki hesi árini, tá ið teir av álvara gerast populerasti live-bólkur í landinum.
4 stjørnurs
Svart Gull (1997)
Lutvíst savnsfløga við tí besta hjá Frændum og Millum Frændur, lutvíst endurinnspælingar av gomlum sangum, og lutvíst útgáva við nýggjum sangum. Tvífløgan, sum kemur 13 ár eftir fyrstu útgávuna, tekur eitt sindur saman um Frændur sum bólk. Ivasamt er, hvønn leiklut endurinnspælingarnar av sangum sum Livsmynd og Føroyar skulu spæla, men við nýggja hittinum Brot Og Vandasker og gomlu hittunum sum kjarnu tænir útgávan Frændum sum eitt heiðurligt komma, sum næstan var farin at líkjast einum punktum.
5 stjørnur
Frændur V (2009)
Nú eru Frændur aftur til reiðar við nýggjari útgávu, sum kemur út í dag. 12 ár eru liðin, síðani Frændur seinast komu við nýggjum sangum, og tað eru liðin heili 17 ár síðani seinastu veruligu upprunaligu útgávuna. Spurningurin er so, hvussu dagsformurin hjá Frændum er, men sum ein av høvuðsmonnunum so snildisliga segði, so hevði dagsformurin verið verri, um teir einki góvu út. Tríggir sangir hava higartil verið í umfari, og teir geva ábendingar um eina Frændur-fløgu, sum ljóðar sum Frændur.