5 Dagar til PÍKAR og masdiva umhvørvisdálking

Petur Hermansen
---

Aftur í ár 2012 verða vit noydd at ásanna ein vetur við PÍKUM, og umhvørvis dálking sum aftur henda veturin kemur at kosta
Landinum einar 25 milliónir kr, bara her í Tórshavn ca 8 – 10 milliónir kr.
Hugsaði um Agenda 21, sum nú fær fiskifør at samla burturkast up úr havinum ? ja eg meini tað, Meðan á Landi kanst tú
dálka fyri millióna upphædir, hvar er Umhvørvis stovan ? .
Síggji dag og dagliga Pedagogar ganga túr við SMÁBØRNUM, runt í Havnini, og EINGIN sum brúkar PÍKAR gevur hesum børnum
ein tanka.
Um 5 dagar verða hesi børn drukna av PÍKADALKING , sum oyðileggur andaleiðina og lungur ? EINGIN GERÐ VART VIÐ HETTA,
sera løgi.
Havnin hevur veri rein og pen í Summmar, men her endar øll gleðin við at hava ein reinan HØVUSSTAÐ, Hvar eru polittikkarnir ???
Nú er Komunu væl, og eingin tosar um dálkandi píkarnar, er tað kanska so, at teir eru líkasælir ? ella eru teir bangnir fyri at traðka
onkran á tærnar ? Ja atkvøðurnar eru dýrar, so lættast er at gloyma PÍKADÁLKINGINA og umhvørvið.
Enn einaferð fari eg at minna bilførarar á , at koyrur tú 80 km um tíman við PÍKUM, hevur tú bert 20% av gummi á asfaltinum !!!
Vónandi fara uppaftur fleiri at koyra uttan PÍKAR í ár, og hugsa, at ikki verða ein av teimum sum dálka umhvørvið og Fólk sum
eru úti til gongu ella renna sum er vorið eitt gott átak, og tey í níta súkluna, hesi fólkini eru í trórun útsett fyri PÍKADÁLKING.
So enn einaferð, tit PÍKANÍTARAR , hugsi tykkum um .
Um ikki annað, so hugsi um BØRNINI sum tit nú í 180 dagar DÁLKA DAG OG
DAGLIGA, hetta kann ikki verða rætt.