5 AWI-bátar til Grønlands

Eitt grønlendskt felag hevur bílagt fimm føroyskar glastrevjabátar úr Runavík

Bátaídnaður

Nógv virksemi er í løtuni á bátavirkinum, AWI-Boats í Runavík. Nýbyggingar eru í gongd, bátar verða longdir og aðrir verða umvældir.
AWI-Boats hevur fingið í lag sáttmála við eitt grønlendskt felag í Sisimiut, sum hevur umbiðið fimm AWI-bátar, ið skulu nýtast til fiskiskap eftir krabba, toski og svartkalva.
Bátarnir verða útgjørdir til veiði við snellu, línu og gørnum, og tað verður Oilwind í Miðvági, sum leverar snellurnar og línuspølini.
Á AWI-Boats siga tey, at tríggir av bátunum verða avskipaðir í næstum, ein fer síðst í mai, og tann fimti fer í august.
Í samband við North Atlantic Fish Fair kemur stjórin í grønlendska felagnum, sum skal hava AWI-bátarnar, Hans Hansen, til Føroya.