5.834 søktu 300 størv

Tað stóð ikki á hjá reiðarínum Fjord Line at fáa fólk til tær báðar nýggju ferjurnar, sum reiðaríið fer at seta í sigling millum Noreg og Hirtshals. Felagið skal hava 300 starvsfólk, men tá freistin at søkja var úti á midnátt í gjárkvøldið, hevði reiðaríið fingið ikki færri enn 5.834 umsóknir.

-Hetta er nógv, nógv meiri, enn eg nakrantíð hevði droymt um, sigur stjórin, Gert Balling, við danska kringvarpið.

Tað kostar Fjord Line meiri enn tvær milliardir krónur at byggja tær báðar nýggju ferjurnar.Tann fyrra, M/S Stavangerfjord, fer á sína fyrstu ferð úr Bergen tann 29. mai.

Tær nýggju Fjord Line-ferjurnar verða tær størstu av sínum slagi í altjóða sigling, sum bara hava gassmotorar, sigur DR.