12 smærri vegaverkætlanir fara at kosta Lansverk 5,7 milliónir krónur í ár.
Talan er um verkætlanir um alt landið og av ymiskum slag. Í Hvalba er ætlanin at breiðka landsvegin gjøgnum bygdina, umframt at seta gøtuljós fram við vegnum. Eisini skulu gulu vegvísingarskeltini skiftast út.
Í Norðoyggjum er ætlanin at seta ferðslustýring upp í tunlunum norður um Fjall, umframt at ymiskar trygdarábøtur skulu gerast í tunlinum.
Ljós skulu setast upp við Vágatunnilin og Leynar, meðan gøtuljós og autoverja skal setast upp á strekkinum milllum Fuglafjørð og Kambsdal. Harumframt verður samskiftisútgerð sett upp í Leirvíkartunlinum.
Ferðslutrygdarætlanir skulu gerast fyri Runavíkar kommunu og Vágs kommunu, Gjáarvegurin skal tryggjast betri, meðan Skarvanesvegurin skal asfalterast og møguliga okkurt víkipláss gerast. Afturat øllum hesum arbeiðir Landsverk við at gera ymiskar trygdarábøtur, millum annað við at leingja bilverjuna fram við landsvegnum.
Játtanin til ymisku verkætlanirnar er ymisk, men samlaði kostnaðurin er 5,7 milliónir krónur.