Hjá føroyska fótbóltslandsliðnum hevur tað ikki verið nakar trupulleiki at manna landsliðið gjøgnum árini. Leikarar og feløgini hesir hava umboðað, hava í flestu førum verið fegin um hvørt einasta landsliðsboð, ið er komið.
Tó so hava vit dømið við Toda Jónsson, tá hann spældi í FCK, har fólk í danska felagnum vóru alt annað enn glað um, at Todi spældi landsdystir fyri Føroyar. Og kring Evropa hava vit fleiri dømi um hetta, har landslið og feløgini, leikararnir umboða, ikki hava funnið so væl út av tí.
Endurgjald fyri leikarar
Sum eina avleiðing av hesum hevur UEFA nú avrátt, at feløgini, sum lata leikarar til landsliðini, fáa fíggarligt endurgjald fyri hetta. 100 milliónir evrur eru funnar fram til hetta endamálið. Av hesum verða 60 milliónir evrur at býta millum tey londini, ið luttóku í sjálvum endaspælinum.
Hesari upphædd fáa Føroyar ikki ágóðan av, men Føroyar luttóku í undankappingini, og her eru eisini pengar at heinta hjá føroysku fótbóltsfeløgunum. UEFA hevur nevniliga sett 40 milliónir evrur av, sum verða býtttar millum londini, ið luttóku í undarkappingini til EM í 2012. Her er talan um 53 lond ,og tað merkir, at hvørt land fær 754.717 evrur, sum svarar til 5,6 milliónir krónur.
Hesir pengarnir skulu so flytast víðari til feløgini, ið hava latið leikarar til landsliðið. Hvør einasti leikari, sum hevur staðið á dómaraseðlinum, telur við í hesum roknistykkinum. Eisini hóast hann ikki hevur spælt. Tað vil siga, at í flestu førum er talan um 18 leikarar fyri hvønn dyst.
Býtislykilin er eitt sindur ymiskur, alt eftir um landsliðið hevur spælt átta, tíggju ella tólv undankappingardystir, men hjá Føroyum, sum hava spælt tíggju dystir, er endurgjaldið, eitt felag fær fyri hvønn einstakan leikara 4.192 evrur, sum svarar til góðar 31.000 krónur.
Tað merkir, at hvørja ferð, eitt felag hevur latið ein leikara til landsliðsfótbólt, og hesin hevur staðið á dómaraseðlinum, so fær føroyska fótbóltsfelagið góðar 31.000 krónur endurgoldið.
Lið sum eitt nú FC Suðuroy og TB eiga ikki nógvar leikarar, ið hava umboðað teir á landsliðnum í farnu undankapping. Tískil fáa hesi feløg ikki ágóðan av hesum pengunum, men øðrvísi er hjá fleiri øðrum feløgum, sum fáa fleiri hundraðtúsund krónur endurgoldið.
rolant@sosialurin.fo