Veðrið var eisini teimum ferðandi til vildar, eins og ein spennandi dystur í Vodafone-deildini millum KÍ og B68 var á skránni henda dagin. Íalt koyrdu 2.738 bilar um gjaldsstøðina. Fóru allir hesir øvugtan veg eisini, hava 5.476 bilar koyrt tur-retur í Norðoyatunlinum henda dagin. Um samanborið verður við árið í fjør, koyrdu 22 bilar fleiri gjøgnum tunnilin 25. september 2010.