Í februar mánaði hava bert skip úr fýra ymiskum londum verið í føroyskum sjóøki, og av hesum hava tey russisku skipini veitt nógv tann størsta partin. Umframt russar hava eisini skip úr Bretlandi, Fraklandi og Noregi verið í okkara sjóøki.
Henda farna mánaðin hava tey bretsku skipini veitt góð 58 tons, tey fronsku 124 tons og tey norsku 633 tons. Men tað eru tey russisku, sum eiga bróðurpartin av veiðuni í februar, heili 4.818 tons, har meginparturin, ikki óvæntað, var svartkjaftur.
Øll hesi skipini hava íalt havt 258 fiskidagar í februar.
Nevnast kann, at tað serliga er veiðan eftir svartkjafti hjá russiskum skipum, sum telur mest í teim veiddu fiskasløgunum. Umframt svartkjaftin hava tey fiskað 272 tons av longu og 245 tons av brosmu, meðan smærri nøgdir eru veiddar av øðrum fiskasløgum.
Henda seinasta mánaðin er kortini ikki ein einasti stertur veiddur av svartkalva, sild, makreli, rossamakreli, langasporli, stinglaksi, prikkafiski, flatfiski ella nakað av brugdulivur.