5.136 harur skotnar í 2018

Samlaða talið av skotnum harum í 2018 kom upp á 5.136 harur. Hetta er gott 1.000 harur færri enn í 2017, tá ið 6.409 harur vórðu skotnar, sigur Eyðfinn Magnussen, lektari í lívfrøði á Fróðskaparsetri Føroya.

Hann hevur skrásett haruveiðuna á heimasíðuni haran.fo.

Kanningin byggir á tøl frá tilsamans 749 harutúrum í 281 hagapørtum í 79 bygdum kring landið. Raskastir at skjóta harur í Føroyum í 2018 vóru teir, sum skutu í Kvíggjarhamarshaga í Saksun. Teir skutu 123 harur á seks túrum.

Frágreiðingin um haruveiðuna í 2018 er 102 síður til longdar og kann takast niður her.

##med2##

Í frágreiðingini eru eisini gomul veiðutøl fyri haruveiðuna í átta haruhøgum í Sandavági, árini 1970-1986.

Umframt ymiskt um haruna, er eisini tilfar, sum lýsir søguna hjá rýpunum, sum fyrr vóru í Føroyum, har Andrias Reinert sera hegnisliga greiðir frá royndunum, sum fyrr eru gjørdar, at seta rýpur út í Føroyum.

##med3##
##med4##