Sjúkrahús í Lýðveldinum Kongo gera nú vart við, at higartil í ár eru umleið 5.000 kvinnur neyðtiknar har norðuri í landinum.
-Neyðtøkur eru vorðnar støðugt meiri vanligar í Kivu-landspartinum, og síðani á nýggjárinum hava vit staðfest umleið 5.000 kvinnur, sum hava verið neyðtiknar, sigur læknin Justin Paluku, sum er serlækni í kvinnusjúkum og starvast á Heal Africa-sjúkrahúsinum í býnum Goma.
Myndugleikarnir siga, at neyðtøkumenninir eru fyrrverandi hermenn úr tutsi-ættarbólkinum, sum tóku seg burtur úr stjórnarherinum í apríl. Teir hava neyðtikið kvinnur og burturflutt menn og ungar dreingir og noytt teir at taka lut í bardøgum við stjórnarherin.
Amnesty International sigur, at neyðtøkurnar og burturflytingarnar verða brúktar til at ræða fólk við.