Talan er ikki um bílig atgongumerki, tá danski Mikkel Kessler skal boksa tað, sum líkist einum alt-ella-einki-dysti móti Carl Froch í sonevndu Super-Six. Dysturin verður boksaður í Herning, og fyri pláss við ringside, skulu áskoðararnir rinda 5.000 kr. fyri hvørt atgongumerki. Sølan av atgongumerkjum byrjaði í dag, og ert tú nøgd/ur við eitt pláss longur burtur frá ringinum, kunnu tey bíligastu atgongumerkini fáast fyri 600 kr.