Fyrstu bilarnir streymoyarmegin, sum sluppu ígjøgnum eftir at hátíðarhaldið fyri innbodnum varð liðugt, koyrdu inni í tunnilsmunnan í Rossagili tá klokkan var farin fáar minuttir yvir hálvgum eitt.
Og tá vit hittu Teit Samuelsen, stjóra í tunnilsfelagnum, klokkan 16:30, høvdu 5.000 bilar koyrt ígjøgnum tunnilin.
Tað er ókeypis at koyra ígjøgnum tunnilin í dag og restina av árinum.
##med2##
##med3##