49 kort í sjey dystum

Dómararnir tveittu veruliga við gulum og reyðum kortum í italsku Seriu A um vikuskiftið. Í sjey dystum vóru 49 gul ella reyð kort givin, meðan liðini bara skoraðu 18 mál. Í dystinum millum Reggina og Roma vóru 11 gul kort havd á lofti, og í dystinum millum Livorno og Ascoli veitraði dómarin 10 ferðir við ostaflísuni. Felagið, sum slapp lættast, burtur úr kortveitsluni um vikuskiftið, var Inter, sum bert fekk eitt gult kort í sínum dysti ímóti Catania.