48000 hvílandi limir

Johan í Kollafirði heldur, at veljarakanningin vísir eitt skeivt úrslit, og at endaliga valúrslitið fer at geva honum nógv fleiri atkvøður enn so. Um úrslitið er rætt, er tað sambært kollfirðinginum ein staðfesting av, at í Føroyum finnast 48000 hvílandi limir, sum ikki hava skilt boðskap hansara

-Úrslitið av kanningini er skeivt. Hon vísir ikki tað úrslit, sum verður. Eg fara at fáa meira atkvøður enn hatta, sigur Johan í Kollafirði, tá Sosialurin í telefonini greiðir honum frá, at hann sambært nýggju veljarakanningini ikki sleppur inn á ting.
Johan í Kollafirði heldur áfram við at siga, at um úrslitið nú er rætt, so merkir tað, at veljarin ikki hevur skilt boðskap hansara, ið sigur, at hvør einstakur føroyingur má umhugsa støðu sína og ikki bert velja sama flokk sum abbin.
-Um veljarin fangar mín boðskap, so fái eg fleiri atkvøður enn hetta. Um tey ikki fanga boðskapin, ja so fái eg ikki fleiri atkvøður. Tað er einfalt. Føroyingar mugu vakna og taka seg saman. Annars er henda kanning bert ein staðfesting av, at tað finnast 48000 hvílandi limir í Føroyum, leggur kollfirðingurin afturat.

Meira barnsligur
Johan í Kollafirði ásannar, at hann má broyta framferðarhátt fyri at fáa sín boðskap í gjøgnum og fáa føroyingar at skilja hann.
-Eg verði nokk noyddur at fáa boðskapin niður á eitt lægri støði fyri at fáa føroyingin at skilja hann. Eg má vera meira barnsligur, tá eg tosi við fólk. Tað hjálpir kanska, sigur formaðurin í Hinum stuttliga flokkinum.

Fingur í spælinum
Johan í Kollafirði heldur annars, at slíkar veljarakanningar hava stóra ávirkan á valúrslitið. Tær kunnu avgera eitt val, og ávirka lagið hjá valevnunum.
- Um tú nú hevði fortalt mær, at eg fekk 100% av atkvøðunum, so hevði eg leikað í allan dag. Men nú frátekur veljarakanningin mær drívmegi, tí hon fortelur mær, at tað gongur lort. Tað keðiliga við veljarakanningum er, at tær hava ein fingur við í spælinum í tí endaliga úrslitinum. Alt fær fólk at velja øðrvísi, sigur Johan í Kollafirði, sum at enda leggur dent á, at hann ikki er vónbrotin, og at hann fer at dríva á komandi vikuna.

Mynd: Johan í Kollafirði

Johan í Kollafirði heldur ikki, at úrslitið av veljarakanningi er rætt

Mynd: Savnsmynd