Seinasta samdøgur eru tilsamans 480 nýggir koronu-tilburðir staðfestir í Noregi. Tað er fýra fleiri enn miðaltalið seinastu vikuna, men 92 færri enn miðaltalið í vikuni fyri.
Seinastu sjey dagarnar hevur Noreg havt tilsamans 3.334 nýggjar tilburðir við covid-19, og tað gevur eitt miðaltal fyri hvørt samdøgur á 476.
Fara vit tvær vikur aftur, lá miðaltalið tá á 572 tilburðum um døgnið.
Um midnáttarleitið í kvøld hevði Noreg gjørt tilsamans 4,9 koronu-royndir, harav 110.061 fólk eru staðfest positiv, vísa fyribils tøl.
Í dag lógu 194 fólk á sjúkrahúsi í Noregi við koronu, og tað er fimm færri enn dagin fyri. 736 fólk eru deyð. 60,3 prosent av teimum deyðu vóru 80 ár og eldri.
Í aldursbólkinum yngri enn 50 ár eru 16 deyðsføll fráboðað í Noregi.