Fyri triðu ferð skipaði Íverksetarahúsið saman við FTGameJam, sum varð hildið um vikuskiftið.
GameJam er tiltak, har luttakararnir hava 48 tímar til at skapa sær sítt egna telduspæl, ella kanska at leggja lunnar undir nýtt telduspæl. Hesaferð var føroyska tiltakið partur av Global Game Jam, sum gekk fyri seg kring allan heimin.
Global Game Jam hevði eitt evni, sum í fyrstu atløgu var hildið loyniligt, soleiðis at tað ikki skuldi leka út til luttakarar í øðrum londum, har tiltakið ikki var byrjað enn. Evnið var ein spurningur; "Hvat gera við nú?"
Fimm bólkar vórðu skipaðir, sum allir skuldu gera eitt telduspæl frá grundini innanfyri 48 tímar. Allir bólkarnir megnaðu at gera eina fyribils útgávu av sínum spæli innanfyri ásettu tíðina. Eitt dómarapanel valdi spælið Worksteak hjá Green Team til besta spæl.
Nú verður arbeitt við, hvussu arbeiðast kann víðari við spølunum, sum komu burtur úr føroyska tiltakinum, verður sagt í tíðindaskrivi.
Føroysku spølini eru at finna á heimasíðuni HER










